Ynskja tit at søkja um Orðabókapakkan til skúla, virki tykkara ella privat, so skriva inn allar upplýsingar í umsóknini niðast á hesi síðuni. Helst vilja vit, at øll feltini verða innskrivað, men feltini við reyða stjørnu * skulu innskrivast!
Orðabókapakkin hevur orðabøkur til europeisku høvuðsmálini, Enskt, Týskt, Franskt og Spanskt. Sera hent, um arbeitt verður við hesum málunum. Innbygt í CD-ORÐ, og tá er lættari enn at brúka aðrar bøkur, t.d. Sprotan.
Heinta Orðabókapakkan her. (verður ikki virkin uttan umsókn)
Tað er sera lætt at umseta til og frá enskum, týskum, fronskum og sponskum við CD-ORÐ og Intowords Cloud. Tú fært møguleikan bæði til tína útbúgving og á arbeiðinum t.d. til at kanna týdningin av lisnum teksti, til at styrkja títt orðatilfeingi og til rættskriving og mállæru.
Prísur fyri Privat er kr. 500,- um árið..
Prísurin til Skúlar og Vinnu er tengdur at næmingatali og starvsfólkatali, prísur verður sendur tykkum, tá vit hava fingið umsóknina.