M5 HD Plus er eitt handhildið lesi-myndatól við einum 5" skíggja. Myndatólið er sera væl sniðgivið og er útgjørt við fleiri hentum stillingum, sum t.d. myndagoymslu, frástøðuvísing og lesilinjur.
HMI Nr 105431 Prísur u. mvg og frakt 3.500 kr
M5 HD Plus kann goyma upp til 60 myndir, sum tú kanst síggja, nær tú vilt. Flytbarar lesilinjur og maskur lættir um lesnaðin hjá fólkum við sjóntrupulleikum. Við tí henta fingraskíggjanum kanst tú flyta runt um á eini mynd við antin fingrunum ella við knappunum. Fyri at lætta um nýtsluna hevur M5 HD Plus bert heilt fáar knappar, sum stýra tær funkur og stillingar, sum eru neyðugar. M5 HD Plus myndatólið kann lesa bæði heilt nær og við størri frástøðu.
● TFT-5" fingraskíggi
● Suming 2,3x-16x
● Heil litir umframt 10 hákontrast-litstøður
● Bæði lesi- og frástøðu myndatól
● Uml. 4 tímar støðug nýtsla
● Uml. 4,5 tímars løðitíð
● Standari at sláa út
Útfyllið hesa bíleggingina, og minnist til at skriva navnið á skúlan ella brúkaran.