Felagið Lesi og Skriviveik:
Síðani vit í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik fingu atgongd til CD-ORD við nýggju føroysku Honnu- og Hanusrøddunum, og orða-uppskotum grundaði á føroyska orðabók, hava næmingar okkara, bæði børn og vaksin, fingið eitt so gott hjálpiamboð, at tað er torført at lýsa við orðum.
Ein mamma helt fyri, at nú var hon avloyst sum upplesari fyri barni sínum.
Dánjal á Dul Jacobsen
Brúkari:
Eg vil avgjørt geva CD-ORÐ míni allarbestu viðmæli. Sonur mín er lesiveikur og strevaðist øll árini í fólkaskúlanum við at stava soleiðis, at man kundi skilja hvat hann meinti við. Eftir at hann kom í Hoydalar og har bleiv skannaður fyri orðblindni og síðani fekk CD-ORÐ, broyttist bæði lesingin og skrivingin øgiligani nógv til tað betra. So míni ráð. Alt føroya fólk skal hava góða og bíliga atgongd til CD ORÐ.
VH. Magnus Magnussen
Lærari:
CD-ORÐ er eitt sera hent hjálpiamboð, sum ger tað munandi lættari hjá orðblindum at klára seg; bæði við upplestri og stavihjálp. Hjálp til sjálvhjálp er heilt vist rætta vegin, og tí er CD-ORÐ eitt neyðugt amboð.
Annika Marr Poulsen
Um tit eru ein skúli við leiguavtalu, ella vanligur brúkari av forritinum CD-ORÐ, og hava tit hug til at siga øðrum frá, um hvussu glað tit eru fyri tað, so eru tit vælkomin at senda okkum eitt viðmæli, ið helst stimbrar aðrar skúlar og aðrar brúkarar til at sleppa at brúka CD-ORÐ.