Lurta
#Anchor-op6c "Ovast"


Snow 7 HD Plus frá LVI

 

#Anchor-1421 "Einkult og snilt"


 

 

Einkult og snilt!


Snow HD er eitt vælvirkandi, handhildið lesi-myndatól við 7" skíggja og pláss fyri upp til 1000 myndum. Hendan eindin finst í tveimum útgávum, antin Snow HD Plus Basic uttan tekst-til-talu-virkan (eindarnummar SNOW7HD+BASIC) ella Snow HD Plus TTS við OCR og tekst-til-talu-virkan (eindarnummar SNOW7HD+TTS).

Kann tó tíverri ikki brúka føroyska talu sad.

 

#Anchor-1422 "Prísir og frágreiðing"

Ger dagin lættari

HMI Nr 110721  Uttan OCR & talu Prísur u. mvg og frakt 7.500 kr 

HMI Nr 105588  Við OCR & talu Prísur u. mvg og frakt 8.500 kr


Snow 7 HD Plus er tað fyrsta handhildna lesi-myndatólið við støddini 7", sum kann goyma upp til 1000 myndir. Tólið kann eisini flyta myndir til og frá eini PC-teldu við einum USB-kaðali. Við tí henta fingraskíggjanum kanst tú flyta teg runt um á goymdum myndum við fingrunum ella við knappunum. 

Snow 7 HD Plus kann lesa heilt nær, t.d. tíðindabløð, uppskriftir og innihaldsyvirlit, ella ávísum fjarstøðum t.d. fyri at síggja sjónvarp. Lættir eisini enn meira um lesingina við at hava bæði liggjandi og standandi lesilinjur.

Um tú hevur valt tær eitt Snow 7 HD Plus við tekst-til-talu-funku verður tilveran enn lættari. So ber til at lurta eftir tekstinum, meðan lisið verður, tað bæði økir lesitíttleikan og ger tað lættari. Við Snow 7 HD Plus kanst tú velja upp til 20 ymiskar máleindir (umframt at kunna hava fleiri mál í tólinum).

Kann tó tíverri ikki enn brúka føroyska talu sad (verður kannað).

 

#Anchor-1423 "Tøknilýsing"

 

Heinta PDF-skjøl her

Vegleiðing      Faldari

 

Tøknilýsing


● 7" fingraskíggi
● Skíggjatættleiki 1280x720 p
● Myndatól við autofokus
● Sumin 2,5x-19x (tá tekst-til-talu-funkan ikki er virkin), 1,7x-8x (vísing í veruliga tíð, tá tekst-til-talu-funkan er virkin)
● Heil litir unframt 10 hákontrast-litstøður
● Uml. 3,5 tímar áhaldandi nýtslu
● Uml. 3,5 timers løðitíð
● Til-og frá myndaflutning millum lesiskíggjan og teldu við einum USB-kaðali

Kann tó tíverri ikki enn brúka føroyska talu sad.

 

 

#bilegging "Bílegging"

Bílegging

Útfyllið hesa bíleggingina, og minnist til at skriva navnið á skúlan ella brúkaran.

 

#bileggingarsedil "Bíleggingarseðil"
Seinast dagførd fyri 7 degi/døgum síðani.