Lurta
#Anchor-op6c "Ovast"


Snow 4.3 frá LVI

 

#Anchor-1421 "Lítið og Handugt"

 

Lítið, handugt og brúkaravinarligt


Snow 4.3 er eitt lesi-myndatól við einum 4.3" skíggja at halda í hondini, við sera góða sjóngóðsku, eisini sjálvt við minstu suming og undir flyting. Tað er sera lætt at handfara, og tann lítla støddin ger tað vælegnað at hava við sær.

 

#Anchor-1422 "Prísir og frágreiðing"

Hav tað við tær allastaðni

HMI Nr: 110719  Prísur u. mvg og frakt: 3.000 Kr


Nakrir fáir stórir knappar ger tað lætt og skjótt at læra at brúka Snow 4.3. Eitt sera gott myndatól við autofokus og framkomnari myndatøkni tekur góðar myndir, eisini tá tú flytir hondina, ella tá tað er sett til minstu suming. Tann góða arbeiðsliga sniðgevingin merkir eisini, at tú kanst brúka Snow 4.3 við einari hond, og tí kanst tú arbeiða við fleiri evnum í senn. Myndatólið er lætt at hava við sær í lummanum ella taskuni, hetta tá tú t.d. skalt handla, á apotekinum, bókasavnið, á arbeiðinum, ella hvar tú enn fert. Standarin, ið kann sláast út, er sera hentur, um tú skalt skriva okkurt við penni og pappíri.

 

#Anchor-1423 "Tøknilig frágreiðing"

 

Heinta PDF-skjøl her

Vegleiðing      Faldari

 

Tøknilýsing


● Myndatól við autofokus
● Suming 2x-16x
● 4,3" TFT-skíggi
● Heil litir umframt 10 hákontrast-litstøður
● Vekt 204 g við batterí og 165 g uttan batterí
● Mát: 16cm x 8cm x 2,4cm
● Uml. 3,5 tímer støðug nýtsla
● Uppløðiligt litiumbatterí
● Standari at sláa út
● Kann setast til sjónvarpstól
● Certifikat: CE, FCC og RoHS

 

 

#bilegging "Bílegging"

Bílegging

Útfyllið hesa bíleggingina, og minnist til at skriva navnið á skúlan ella brúkara,.

 

#bileggingarsedil "Bíleggingarseðil"

 

Seinast dagførd fyri 7 degi/døgum síðani.