Lurta
#Ovast "Ovast"

CD-ORÐ er fyri ØLL

#moguleikar "CD-ORÐ til ØLL"

CD-ORÐ kann eisini nýtast av øllum til nógv endamál:

 

Tað hevur tíverri í nógv ár verið hildið, at CD-ORÐ og líknandi forrit bert er ætlað orðblindum og lesi/skriviveikum. Tað er ikki heilt rætt: CD-ORÐ hevur nógvar møguleikar, sum ØLL kunnu fá stóra nyttu av.

Til við upplisnan rættlestur at kanna eftir, um skrivaði teksturin er rættur. Dømi: Eru setningarnir ov langir, set so eitt punktum. 

Til at venja og læra røttu úttaluna av fremmandamálum, og hetta er jú nakað, sum Øll eisini kunnu hava nyttu av.

Og ikki minst - orðblind, tey sum duga illa at stava rætt, og seinir lesarar nýtast ikki at kenna seg løgin mótvegis øðrum.smiley

#rattlestur "Rættlestur"

Til Rættlestur

 

CD-ORÐ er sera vælegnað amboð til rættlestur. Við at hoyra tekstin upplisnan, hoyrist beinanvegin, um okkurt orðið ikki er skrivað ella stavað rætt.

Byrja við at seta markørin (peikaran) framman fyri fyrsta orðið í tekstinum, les upp harfrá við at tøppa á F2 knappin (á knappaborðinum). Tú kanst tá lurta, og so skjótt tú hoyrir eina villu, kanst tú steðga á við at tøppa á F3, rætta tekstin, og halda áfram við rættlesturin við F2.

#ocr "OCR-skanning"

Til  OCR-skanning
(umskapan av pdf/mynd til rættiligan tekst)

 

Tað kemur meira enn so fyri, at skula brúka tekstin í einum pdf-skjali ella frá eini mynd, men teksturin er ikki altíð atkomuligur. Orsøkin er oftast, at teksturin í einum pdf-skjali bert er ein mynd av tekstinum. Tekstur, ið bert er ein mynd, skal umskapast til tekst, ið kann rættast í einum tekstviðgerðarforriti, tað veri sær Word, Wordpad ella annað.

Í CD-ORÐ er eitt innbygt forrit til hetta endamál, SkanRead. Hetta forritið kann skanna bæði pdf-skjøl ella myndir, ið longu eru á telduni, umframt at kunna skanna pappírstilfar (prentaði pdf-skjøl og myndir) frá einum skannara ella einum prentara við skannara.

Bestu úrslit fáast, um bókstavirnir eru so týðiligir sum møguligt í upprunatilfarinum. Summir eldri prentlutir (eitt dømi eru gamlar lesibøkur til skúlabrúk) kunnu vísa seg at umskapa t.d. øll e'ini til bókstavin c. Tá er neyðugt at rætta manuelt. Men í t.d. Word ber til rætta øll c'ini til e við funkuni CTRL+H. Tað ger tað eitt sindur lættari smiley

 

#uttala "Rætta úttalu"

Til at læra rætta úttalu á fremmandamáli

 

Við at lurta eftir tekstum á fremmandamáli kunnu næmingar hoyra røttu úttaluna, og hetta er møguligt við CD-ORÐ, á nógvum málum, og við fleiri ymiskum røddum:

Á donskum, norskum, svenskum, týskum, fronskum og sponskum.

Tað at hoyra tekstin, tú arbeiðir við, vera lisnan av einum persóni, ið eigur málið, er samstundis eisini ein sera nátúrligur máti at læra málið uppá.

Høvundurin her minnist, hvussu vánaligt tað kendist í enskttímunum, tá hann gekk á handilsskúla í Keypmannahavn fyri skjótt 50 árum síðani. Hesin lærarin hevði eina sera vánaliga úttalu (við sterkum árini av donskum), í mínum oyrum kendist hetta pínligt.

Sjálvur hevði eg eina góða úttalu, frá góðum føroyskum lærarum, men hini í klassanum høvdu ongan kjans og lærdu tískil bert hansara úttalu.

Tíverri minnist eg, at í alla skúlatíðina herheima lósu teir somu góðu føroysku lærararnir á "gøtudonskum"  í danskttímunum, og enn hoyrist sama undarliga úttalan oftani í føroyska kringvarpinum?

Men sum sagt, tað ber jú til at hoyra og læra røttu úttaluna við at brúka CD-ORÐ. 

 

#multi "Multi-Tasking"

Til  upplestur av teksti, meðan tú arbeiðir við øðrum

 

Tað er hent at kunna hoyra sín teldupost, ein tíðindastubba ella líknandi upplisnan, meðan arbeitt verður við øðrum. Hetta sparir eisini tíð.

Í øðrum londum (tó eisini her) verður hetta nevnt "multi-tasking". Summi vilja vera við, at tað bert eru konufólk, ið duga at arbeiða við fleiri málum ísenn, men við CD-ORÐ er so møguligt at eftirkanna hesi rykti.

Brúka CD-ORÐ til upplestur smiley

 

Seinast dagførd tann 06/Mar/2018, 14:06:12.