Lurta
#Ovast "Ovast"

Brúkarar viðmæla

#Vi "Viðmæli"

Føroyska Bíbliufelagið: 

www.biblia.fo

Úrdráttur úr ársfrágreiðingini 2015:

"...So hava vit eisini eina heimasíðu, sum tú eisini kann kunna fólki um. Ásbjørn Jacobsen, okkara aðalskrivari, umsitur heimasíðuna, og heldur hann hana sera væl. Vit bjóða út - frítt sjálvandi! – øllum brúkarum at lurta eftir bíbliutekstunum eins og øllum øðrum tekstum á síðuni. Lurtiskipan okkara er ein av teimum mest framkomnu í heiminum, halda vit. Fólk hava tikið sera væl ímóti...."


Bergur D. Joensen

Felagið Lesi og Skriviveik:

www.lesa.fo.

Úr greinarøðini á heimasíðuni 15.10.2014:

"...Tað er Sjóndepilin, ið hevur ment teldutaluna Hanus, og knýtt saman við programminum Read-Speaker er úrslitið heilt einastandandi. Tað er sum at hoyra útvarpið lesa tíðindi.
Tað er at vóna at fleiri føroyskar heimasíður framyvir vera at síggja, ella kanska rættari sagt at hoyra, við hesum møguleikanum."


Dánjal á Dul Jacobsen


Klaksvíkar Kommuna:

www.klaksvik.fo.

Innsent ummæli 25-11-2015:

Vit hjá Klaksvíkar kommunu eru sera glað fyri nýggju dagføringina hjá Read-Speaker. Hon er sera brúkaravinarlig.


Hans Jacob Heinesen, skrivstovumaður.

Felagið Javni:

www.javni.fo.

Úr greinarøðini á heimasíðuni 17.11.2014:

Nú ber til at lurta eftir greinunum á okkara heimasíðu.

Seinastu tíðina er heimasiðan blivin ruddað, so lættari er at finna runt. Vit hava eisini fingið ein leititeig um tað er okkurt ávíst leitað verður eftir.

Sum nakað heilt nýtt og serstakt hava vit installerað Read-Speaker. Tað er ein upplesari, til teirra sum heldur vilja lurta enn at lesa. Hetta meta vit sum eitt stórt framstig fyri okkara málbólk, sum fyri ein nokkso stóran part eru lesiveik. Men eisini onnur kunnu hava gagn av upplesaranum, sum eisini er settur til at kunna lesa skjøl, sum eru viðheft nøkrum av greinunum.

Til ber at stilla skjótleikan á taluni. Tað ber eisini til at fáa upplisna tekstin í størri stavum enn restin av tekstinum. Markeringin av tekstinum hendir sjálvvirkandi, sohvørt hann verður upplisin. Men um tú vilt hava tekstin uppaftur størri ella í øðrum liti, so ber til sjálvur at gera ta innstillingina.

Vónandi verður tikið væl ímóti dagførdu heimasíðuni og teimum nýggju møguleikunum hon gevur.


Sigrun Wardum, forkvinna

#Send_V "Send Viðmæli"

Sendið okkum eitt viðmæli. ‌

Um tit hava hug til at siga øðrum frá, um hvussu glað tit eru fyri Read-Speaker, so eru tit vælkomin at senda okkum eitt viðmæli.

         
  Navn  
  E-mail  
  Evni  
  Boð  
   
 
           
       

 
Seinast dagførd tann 07/Jun/2017, 10:48:25.