Lurta

Funktionalitetur / Sniðgeving

Eitt hjartasuff | 1-2-2017

Klikkið á yvirskriftina fyri at gera viðmerkingar!

 

Ein heimasíða er eitt hent amboð.

Hon virkar sum ein sýnisgluggi fyri fyritøkuna ella persónin, sum eigur hana. Eftir mínum tykki skal hon vera einkul at brúka, t.v.s. at tað skal vera lætt at finna alt, sum er á síðuni, so ein ikki villist inni á henni. Hon skal samstundis hava eina snøgga sniðgeving og mynda fyritøkuna/persónin á besta hátt.
Hon kann eisini bjóða ymiskar tænastur, alt eftir, hvat fyritøkan hevur at bjóða.
Eigarin ella tann fyritøkan/persónur, ið røkir hesa síðu við dagførdum tilfari og upplýsingar, skal kunna gera hetta á einfaldan hátt, so tað ikki verður eitt knoss.
HH-Support bjóðar eina serliga tænastu á sínari síðu, upplestur av øllum tekstum á síðunum. Hetta til stóra gleði fyri tey, sum kunnu hava trupult at lesa tekst av ymiskum orsøkum.
Tænastan eitur Read-Speaker og sæst týðiliga ovast á hvørjari síðu.
Og her er tað, at undirritaði onkuntíð kennir seg sum eit stórt spurnartekin! Á summum øðrum heimasíðum sæst nóg illa, at tey bjóða hesa tænastu, sjálvt um hon er tøk. Hon er sett til viks, summa tíðir niðast á síðuni, ella eyðmerkt við so lítlari stødd ella ímynd, at tey, sum skulu brúka tænastuna, ikki gáa eftir, at hon er til. Ofta bilar sjónin, og so kunnu tey ikki finna hana. Og ongastaðni sæst ein lítil upplýsing um, at hon er tøk.
Orsøkina finna vit sum oftast í sniðgevingini.
Fyritøkan, sum eigur síðuna, ella tað virkið, ið hevur smíðað hana, hevur ofta eina løgna áskoðan um, at "hasin knappurin riggar illa til ta sniðgeving, vit vilja hava".

Hesi gloyma, at tænastan verður sera lítið verd, um hon ikki er sjónlig, t.v.s. at funktionaliteturin verður burtur. Og teir brúkararnir, tey eisini vildu hava, fara so ikki at brúka teirra síðu.
Fyritøkan ella persónurin eigur at tillaga sniðgevingina soleiðis, at tann góði "knappurin" sæst týðiliga. Hetta uttan at nerva teir brúkarar, ið ikki hava henda góða knappin fyri neyðini.
Mítt besta ráð um hetta er, at lesiknappurin altíð stendur har, sum lesarin byrjar at lesa, og at allar heimasíður helst brúka somu sniðgeving av knappinum. Brúkararnir kenna knappin aftur beinanvegin, og so brúka tey tænastuna, og so er kostnaðurin av tænastuni ikki burturspiltur :-)

Høgni Højgaard 


Skriva viðmerking