Lurta

Orðblindnisráðstevnan 2017

Eitt við- og tilmæli | 21-5-2017

Klikkið á yvirskriftina, og far niðast á síðuni fyri at gera viðmerkingar!

 

Var á ráðstevnu á Hotel Føroyum fyri orðblindum 17. mai. Hendan ráðstevnan var sera áhugaverd, og stór mannfjøld møtti, uml. eini 200. Lærarar, skúlastjórar, politikarar og sera áhugaverdir fyrilestrahaldarar.
Nógv var tosað um, hvussu vit kunnu gjøgnumføra "screening" av børnunum, so orðblindni kundi staðfestast. Screening krevur nógva arbeiðsorku, um møguligt skal vera fyri, at øll børn skulu screenast. Hetta tekur helst eisini so nógva tíð, at fleiri ár ganga, áðrenn so langt er komið, at øll børn í Føroyum eru kannaði fyri orðblindni. Screeningin gevur helst eisini bert meining, um hjálpandi amboð sum t.d. CD-ORÐ skulu útvegast, t.v.s. geva rætt til at fáa amboð, ið kosta, sum stuðul fyri onki.
Um hesi amboð vóru útvegaði av tí almenna fyri alt Føroya Fólk, so var screening óneyðug, og øll kundu havt gagn av hesi sera hentu amboð, uttan at nakar varð settur til viks.
Undirritaði var mest einigur við Christian Bock, orðblindur maður úr Gråsten í suðurjútlandi. Hann hevur egið virki sum ráðgevi fyri øðrum í somu støðu sum hann. Hann meinar heldur ikki, at tað er neyðugt at screena, tí hetta samstundis setir fólkini í bás. Heldur vil hann mæla til, at amboð, sum gera ein føran fyri at samskifta, skulu vera atkomulig fyri tey, ið hava tey fyri neyðini. 
Hann vísti okkum, hvussu upplestur av teksti frá teldu, teldli ella snildfon á sera lættan hátt kundi gerast. Eisini vísti hann okkum, hvussu einfalt tað var at skriva tekst. Við amboðnum Mál til Tekst kundi hann einfalt siga orðini inn í mikrofonina, so umsetti app'in á snildfonini tað sagda til skrivaðan tekst.
Her í Føroyum eru vit heppin at eiga tvær góðar teldurøddir til upplestur, og app'ir eru til bæði iPhone og Android snildfonum, umframt forrit til Windows skipanina.
Men enn vantar nógv í, innntil vit hava somu amboð sum í øðrum londum, t.d. í Danmark. Enn hava vit ikki amboðið "Speech to Text", ella Mál til Tekst. Við tí ber til at lesa inn í mikrofonina, og málið verður umskapað til skrivaðan tekst. Ein arbeiðsbólkur arbeiðir í løtuni við, hvussu vit kunnu gera og fíggja eitt slíkt átak.
Eitt annað amboð vantar eisini, t.e. Google Translate á føroyskum. Við tí amboðnum ber til at umseta til og úr føroyskum úr fremmandamálum. 
Sum er, vera hesi bæði amboðini bert brúkt á fremmandamáli, og vandi er tí fyri, at føroyska málið verður taparin.

Tí vil undirritaði mæla til, at farið verður undir hesum arbeiði ongantíð ov skjótt.

Tá vera vit før fyri at bera føroyska málið inn í talgildu framtíðina. 

Høgni Højgaard

Klikkið á yvirskriftina, og far niðast á síðuni fyri at gera viðmerkingar!

Bólkar CD-ORÐ

Funktionalitetur / Sniðgeving

Eitt hjartasuff | 1-2-2017

Klikkið á yvirskriftina fyri at gera viðmerkingar!

 

Ein heimasíða er eitt hent amboð.

Hon virkar sum ein sýnisgluggi fyri fyritøkuna ella persónin, sum eigur hana. Eftir mínum tykki skal hon vera einkul at brúka, t.v.s. at tað skal vera lætt at finna alt, sum er á síðuni, so ein ikki villist inni á henni. Hon skal samstundis hava eina snøgga sniðgeving og mynda fyritøkuna/persónin á besta hátt.
Hon kann eisini bjóða ymiskar tænastur, alt eftir, hvat fyritøkan hevur at bjóða.
Eigarin ella tann fyritøkan/persónur, ið røkir hesa síðu við dagførdum tilfari og upplýsingar, skal kunna gera hetta á einfaldan hátt, so tað ikki verður eitt knoss.
HH-Support bjóðar eina serliga tænastu á sínari síðu, upplestur av øllum tekstum á síðunum. Hetta til stóra gleði fyri tey, sum kunnu hava trupult at lesa tekst av ymiskum orsøkum.
Tænastan eitur Read-Speaker og sæst týðiliga ovast á hvørjari síðu.
Og her er tað, at undirritaði onkuntíð kennir seg sum eit stórt spurnartekin! Á summum øðrum heimasíðum sæst nóg illa, at tey bjóða hesa tænastu, sjálvt um hon er tøk. Hon er sett til viks, summa tíðir niðast á síðuni, ella eyðmerkt við so lítlari stødd ella ímynd, at tey, sum skulu brúka tænastuna, ikki gáa eftir, at hon er til. Ofta bilar sjónin, og so kunnu tey ikki finna hana. Og ongastaðni sæst ein lítil upplýsing um, at hon er tøk.
Orsøkina finna vit sum oftast í sniðgevingini.
Fyritøkan, sum eigur síðuna, ella tað virkið, ið hevur smíðað hana, hevur ofta eina løgna áskoðan um, at "hasin knappurin riggar illa til ta sniðgeving, vit vilja hava".

Hesi gloyma, at tænastan verður sera lítið verd, um hon ikki er sjónlig, t.v.s. at funktionaliteturin verður burtur. Og teir brúkararnir, tey eisini vildu hava, fara so ikki at brúka teirra síðu.
Fyritøkan ella persónurin eigur at tillaga sniðgevingina soleiðis, at tann góði "knappurin" sæst týðiliga. Hetta uttan at nerva teir brúkarar, ið ikki hava henda góða knappin fyri neyðini.
Mítt besta ráð um hetta er, at lesiknappurin altíð stendur har, sum lesarin byrjar at lesa, og at allar heimasíður helst brúka somu sniðgeving av knappinum. Brúkararnir kenna knappin aftur beinanvegin, og so brúka tey tænastuna, og so er kostnaðurin av tænastuni ikki burturspiltur :-)

Høgni Højgaard 

Bólkar Heimasíður

Forrit, ið hjálpa øllum

CD-ORÐ | 24-1-2017 | Viðmerkingar: 2

Klikkið á yvirskriftina fyri at gera viðmerkingar!

 

Sum tit helst hava lisið á heimasíðu okkara HH-Support.com, so havi eg arbeitt sum ráðgevi fyri Sjóndepilinum síðan 1995, og tað starvið hevur gjøgnum árini givið mær hug at arbeiða nærum burturav við telduforritum til samskiftisbrúk fyri fólk við serligum tørvi.
Eg havi nú í nógv ár m.o. arbeitt við tí fantastiska forritinum CD-ORÐ, sum saman við føroysku teldutalunum er ein kærkomin hjálp hjá einum stórum parti av Føroya fólki.
Fyrstu ferð, eg hoyrdi um forritið og fekk kunnleika til hesi fólkini, var í 2005. Nýggja føroyska teldutalan var júst gjørd liðug og varð víst ( hoyrd?) fram í Norðurlandahúsinum í apríl mánaða. 
Hendan teldutalan var fyrsta royndin at gera eitt vælvirkandi amboð til blind og sjónveik, og virkandi til at fremja hetta stórverk vóru nakrar eldsálir, ið veruliga brendu fyri hesa góðu sak, harímillum stjórin á Blindastovninum (nú Sjóndepilin) Karin Kass og Sjúrður Gullbein. Áhugafelagið, ið eigur rættindini til taluna, er Grunnurin Føroysk Teldutala. Teldutalan fekk eisini navn eftir "pápa" sínum, Sjúrður.
Hendan teldutalan var ikki av teim allarbestu, hon kundi vera nakað strævin at lurta eftir, serliga tá langir tekstir skuldu lesast upp - MEN - hon var á føroyskum!
Lærarin Hallgerð Hansen setti seg í samband við meg, tí hon hevði frætt um starv mítt og ikki minst nýggju teldutaluna. Hetta var fyrstu ferð, eg fekk kunnleika til fólk, ið ikki dugdu at lesa ella skriva, bæði børn og vaksin, sjálvt um tey høvdu gingið í skúla!
Hetta helt eg í fyrstuni vera løgið, men eg lærdi skjótt, hvussu stórur hesin trupulleikin er. Hetta var heldur ikki nakað, sum onnur fólk líkasum vildi góðkenna sum ein trupulleika, og frá Mentamálaráðnum var ikki nógv hjalp at heinta.
Hallgerð Hansen er eisini ein eldsál, ið saman við m.o. Anne Karin Kjeld hevði stovnað privat áhugafelag (Felagið Lesi- og Skriviveik), ið undirvísir fólkum, bæði børnum, vaksnum og tilkomnum, at lesa og skriva.
Hallgerð Hansen hevði longu tá roynt at brúka telduna sum amboð, men tíverri - tá høvdu vit onga føroyska teldutalu; so tá hon frætti um Sjúrða teldutaluni, heitti hon á Karini Kass, ið vísti hana víðari til mín at hjálpa.
Nú fekk eg eisini kunnleika til CD-ORÐ, og vit hjálptust at við at fáa Sjúrða taluna at virka saman við tí.
Fyri at gera eina langa søgu eitt sindur stytri, lærdi eg nógv meira um hetta góða forrit, og fyri fáum árum síðani gjørdi eg samstarvssáttmála við MikroVærkstedet, síðan 2014 MV-Nordic í Odense, ið framleiðir forritið.
Eg havi umsett alt forritið, so tað nú hevur føroyska brúkaraflatu, og vit fingu loyvi frá eigaranum av teldutaluni at innleggja nýggju føroysku røddirnar, Hanna og Hanus, ið tá vórðu liðugtgjørdar, so nú hava vit eitt vælvirkandi CD-ORÐ á føroyskum.
Tað gleðiliga í øllum hesum er, at almennu Føroyar nú kenna til trupulleikan, nógvir lærarar hava nú fingið serútbúgving sum orðblindalærarar, og fjølmiðlarnir gera sítt til at upplýsa um lesi- og skrivitrupulleikar.
CD-ORÐ verður nú brúkt av nógvum skúlum og læristovnum, og kunnleikin breiðir seg dagliga til nógv fleiri.
Stuttligt hevði verið at hoyrt viðmerkingar frá foreldur og avvarðandi av børnum og vaksnum við lesitrupulleikum.

Høgni Højgaard

Bólkar CD-ORÐ