Lurta
#Um_virki "Ovast"

Um virkið HH-Support

#Virkishavari "Virkis info"


Virkishavari: Høgni Højgaard 

Bústaður: Hvannkrókur 7A - FO 100 Tórshavn.
Telefon: 51 50 91.
Email: info@hh-support.com.
Vanliga at hitta yrkadagar 8:00 til 16:00.
Um átroðkandi hjálp er neyðug aðrar tíðir, kann tó ringjast kortini!

 HH-Support varð stovnað 01-01-2003.

Endamál virkisins er at veita edv-tænastur  (support) og sølu í samband við tær skipanir og forrit, sum vit umboða og selja.

#Loysnir "Loysnir 1"

CD-ORÐ:

Hava arbeitt við og tillagað skipanina CD-ORÐ síðan 2006. Í februar 2014 varð samstarvssáttmáli undirskrivaður við MikroVærkstedet, sum broytti navn sítt í mars 2014 til MV-Nordic, um týðing av allari skipanini, føroyskt orðatilfeingi og innseting av nýggju føroysku teldutaluni við tveimum røddum.

HH-Support er hereftir veitari til føroyska marknaðin.

Skipanin fæst nú bæði sum leiguskipan til skúlar og virkir umframt sum keypsútgáva til einkultbrúkarar.

Read Speaker

HH-Support er umboð fyri Føroyar og Danmark við tænastuna Read-Speaker, ið umframt upplestur av teksti á heimasíðum eisini kann lesa øll skjøl, ið ofta eru at finna á hesar síður.

HH-Support hevur týtt alla skipanina til føroyskt og danskt.

Heimasíður:

Vit hava øll árini sniðgivið og framleitt heimasíður fyri virki og stovnar, síðan 2014 við vælumtóktu CMS-skipanini Type-setter, ið ger tað sera lætt at dagføra og umsita heimasíðuna.

#Loysnir2 "Loysnir 2"

Teldutala og amboðsforrit

HH-Support hevur síðani byrjan verið serráðgevi og veitari hjá Sjóndeplinum (fyrr Blindastovnurin) og Hjálpartólamiðstøðini í samband við tillaging og installasjón hjá brúkarum, ið hava tørv fyri hesi serligu forritini, ið ger tað atkomuligt at brúka telduútgerð til samskifti.
Vit hava eisini veitt serliga tillaging fyri Próvstovuna í Mentamálaráðnum av próvtilfari til lesi/skriviveik frá 2009-2015.

Bókhaldsskipanin Danlet

HH-Support umboðar roknskaparskipanina DANLET. Skipanin er donsk og framleidd av virkinum OS-SOFT. Skipanin hevur øll vanligu modulini, ið vanliga kosta nógvar pengar at keypa.
Ein fyrimunur aftrat við  hesi skipan, hon er "Portable": Tað ber til at hava alla skipanina umframt data liggjandi á einum geyma, og sostatt kanst tú taka bókhaldið við tær hvar tú  vilt, seta geyman til eina og hvørja teldu, og hava fingurin "á pulsin" altíð. (DanLet verður ikki "installerað"  og er tí ikki tengt at Windows dátu-savni).
DANLET riggar til XP/Vista/win7/win8 / win8.1/win10.
OS-SOFT framleiðir aðrar telduskipanir, sum virkið eisini er umboð fyri.

33 ár í edv-vinnuni:

 Undirritaði hevur arbeitt í edv-vinnuni síðan 1984, fyrst á P/F Data, frá  1986 á egnum virki, MicroForm P/F.
 

1994-2005 á Føroya Fólkaháskúla sum telduvørður, bókhaldari og edv-undirvísari, umframt at hava veitt gomlum kundum teldutænastu um kvøldið. Afturat hesum havi eg undirvíst sjónveikum og blindum í at nýta telduna sum samskiftistól við teldutalu-  og størringarforritum á Føroya Blindastovni (nú Sjóndepilin) síðani 1995.

Seinast dagførd tann 07/Jun/2017, 16:55:04.