Lurta
Image

 

Vælkomin til heimasíðu  okkara!

her finnur tú loysnina til nógvar uppgávur:

  • CD-ORÐ til lesi og skriviveik
  • ReadSpeaker Upplestraskipanina til heimasíður
  • Sniðgeving av heimasíðum við Typesetter
  • Fleiri hent forrit til blind og sjónveik - ZoomText o.o.
  • vit veita eisini Onlinehjálp við TeamViewer
  • Roknskaparskipanin DanLet til smærri virkir
Image

 

CD-ORÐ!

CD-ORÐ er skipanin fyri Lesi / Skriviveik og Orðblindum. Veitarin er danska virkið MV-Nordic (fyrr Mikro-Værkstedet). Skipanin er týdd til føroyskt hjá HH-Support og hevur báðar tær nýggju føroysku røddirnar innbygdar.

Hví CD-ORÐ?     

Lættari hjá øllum at lurta:

Persónar við lesi- og skrivi-trupulleikum fáa eitt amboð, ið ger, at tey bæði fáa tilognað sær kunning og vitan, og kunnu lesa og skriva, á sama støði sum tey, ið ikki hava hendan trupulleikan.

Image

 

ReadSpeaker

Forritið, ið ger heimasíður taluvirknar, tvs. at allur tekstur verður gjørdur um til talu, so øll kunnu "lesa" síðuna. Á henda hátt fáa øll lisið kunning og tíðindi, og eigarar av heimasíðunum kunnu vera tryggir um, at teirra boðskapur røkkur øllum. 

Aðrar tænastur kunnu tengjast uppí ReadSpeaker, docReader, ið lesir øll skjøl, ið eru á heimasíðuna, og formReader, ið lesir upp úr innskrivingarformularum.

Hendan heimasíðan er øll sum hon er, TALUVIRKIN - sí ovast til vinstru!

Image

 

Latið okkum sniðgeva tykkara heimasíðu við sera lætt umsitiligu skipanini

Typesetter skipanin er mett at virka 10 ferðir skjótari enn vælkenda WordPress skipanin.

Rættið innihald, tekstir, myndir, video á sera einfaldan hátt - tit verða ovfarin av, hvussu einkul hendan skipanin er at umsita.

Image

 

Aðrar tænastur frá okkum...

vit hava meiri enn 20 ára royndir við teldu hjálpartólum fyri blind, sjónveik og lesi- og skriviveikum. 

Vit hava eina væl útvalda og gjøgnumroynda vøruskrá við forritum til ovurnevndu bólkum     

Gjøgnum Online forritinum TeamViewer kunnu vit eisini veita skjóta hjálp

#A1 "Tænastur"

HH-Support   

Virkið byrjaði í januar 2003, og hevur øll árini ment seg til at veita tænastur, ið geva brúkarum við serligum tørvi møguleika at brúka teldu á sama hátt sum flestu onnur.

Hesir brúkararnir eru blind, sjónveik, lesi- og skriviveik, og fólk við likamligum brekum, sum við serforritum kunnu fáa tekstin lisnan upp. 

Vit sniðgeva og framleiða eisini sera, sera lætt umsitiligar heimasíður, ið kunnu brúkast á øllum miðlum.

Vit hava øll árini umboðað sera einklu bókhaldsskipanina DanLet, sum umfatar Høvuðsbókhald, Fakturering, Debitor og Kreditor - sera vælegnað smærri virkjum.


 

CD-ORÐ

(Se Det Ord)

HH-Support hevur týtt alla skipanina til føroyskt, og við vælvild frá Grunninum Føroysk Teldutala eru føroysku røddirnar Hanna og Hanus nú tøkar í føroysku útgávuni saman við eina rúgvu av øðrum útlendskum røddum.
Føroysku skúlarnir hava tikið sera væl ímóti hesum forriti, ið hjálpir næmingum við serligum tørvi, uml.

80,41%

av skúlanæmingunum í Føroyum kunnu nú brúka
CD-ORÐ
 

Hendan síðan brúkar skriftina OpenDyslexic, serliga vælegnað orðblindum

ReadSpeaker

Ger heimasíðu tykkara taluvirkna við forritinum ReadSpeaker, so ØLL kunnu lesa hana uttan hjálp frá øðrum, bæði lesiveik, sjónveik, orðblind og nýføroyingar, ið enn ikki hava lært okkara mál.

Heimasíður

Latið okkum sniðgeva heimasíðu tykkara við sera lætt umsitiligu skipanini
 

#Anchor-14om "Info-hjálp-bloggur"

HH-Support - Tlf. +298-515091

 

Onlinehjálp 

Hvannkrókur 7A - 100 Tórshavn

 

 Hotline fyri Telduvørðar 

info@hh-support.com

 

 

Bloggur

Orðblindnisráðstevnan 2017
Eitt við- og tilmæli | 21-5-2017

Klikkið á yvirskriftina, og far niðast á síðuni fyri at gera viðmerkingar!   Var ... Les meira

Funktionalitetur / Sniðgeving
Eitt hjartasuff | 1-2-2017

Klikkið á yvirskriftina fyri at gera viðmerkingar!   Ein heimasíða er eitt ... Les meira

Forrit, ið hjálpa øllum
CD-ORÐ | 24-1-2017 | Viðmerkingar: 2

Klikkið á yvirskriftina fyri at gera viðmerkingar!   Sum tit helst hava lisið ... Les meira

Seinast dagførd í gjár.