Lurta
#Anchor-88ak "IntoWords til Mac"

IntoWords til Mac

#Anchor-6hp6 "Anchor-6hp6"

IntoWords 3.0 til Mac Vegleiðing

Her er vegleiðing til nýggju útgávuna 3.0, skrivað sum venjingar.

Brúka hesar venjingar dúgliga, so læra tit skjótt at brúka IntoWords.

Kanska er hendan vegleiðing eisini vælegnað sum venjingar fyri allan klassan

Fá lesi og skrivihjálp til Mac.

Í vegleiðingini sært tú, hvussu IntoWords til Mac hjálpir tær at lesa og skriva á donskum og øðrum málum á tínari Mac-teldu. (Tíverri ikki á føroyskum).
Sí vegleiðingina: Kom godt i gang (pdf)

Upplestur:
intoWords til Mac lesir allan tekst fyri tær á netinum, í pdf-skjølum, í teldupostum ella í tíni tekstviðgerðarskipan.

Fá stuðul til tekstskriving:
Tá tú sjálv/ur skal skriva tekst, kanst tú brúka orðauppskot, ið geva góða meining til framhaldandi skriving. Forritið gevur tær uppskot, fullfíggjar orðið og hjálpir tær at stava, meðan tú skrivar - á sama hátt sum lesi- og skriviforritið CD-ORÐ. Orðauppskotini eru grundaði á tøknina hjá CD-ORÐ, sum merkir, at góðskan er á sera høgum stigi.

Les og skriva á donskum og enskum:
IntoWords til Mac hevur vangamyndir (profilar) til upplestur og orðauppskot á donskum og enskum. IntoWords til Mac krevur stýriskipanina Mavericks, har tað finnast røddir á fleiri ymiskum málum. IntoWords til Mac kann lesa (við systemrøddirnar frá Apple) á nógvum málum, men tað krevur, at tú hevur innlagt (installerað) eina rødd á tí málinum, tú ynskir at lesa upp við. T.d. Sara og Magnus á donskum, Emily á enskum, Sebastien á fronskum og Steffi á týskum. Um tú hevur ta donsku røddina Ida á telduni, kanst tú fáa hana sum upplesara.

Skipanar/systemkrav:
Mavericks

GoogleDocs

IntoWords riggar sera væl til ókeypis forritini hjá Google, sí meira her.

 

Mac - OSX Yosemite

Viðvíkjandi tað at nýta nýggju stýriskipanina Yosemite skal sigast, at tað ber til at brúka IntoWords, men tíverri eru funkur, sum ikki enn rigga heilt, sum tær skulu - hetta vegna ov fáar forritarar hjá MV-Nordic til Apple-forritini. Væntandi verður hetta loyst um stutta tíð:-).

Stavihjálpin riggar ikki:

  1. Starta ITW

  2. Sløkk stavihjálpina

  3. Skift profil til enskt

  4. Skift aftur til danskt

  5. Tendra stavihjálpina aftur

  6. Nú riggar staviihjálpin ikki longur. Um tú t.d. skrivar syk, kemur helst eitt orðauppskot, ið vísir Sygdom.

Upplestur í PDF-skjølum frá myndavísaranum riggar ikki:

Tað ber ikki til at lesa upp í PDF-skjølum, um tey verða upplatin í myndavísaranum. Upplestur riggar tó væl, um PDF-skjalið verður opnað í Safari.

Seinast dagførd fyri 7 degi/døgum síðani.