Lurta
#Anchor-4ac8 "Ovast"

 

CD-ORÐ

Lesi og skriviamboð fyri øll

#B1 "Bílegging"

Til skúlar:

Bíleggið CD-ORÐ her:


Til skúlar

Til virkir:

Bíleggið CD-ORÐ her:


Til virkir

Til privat:

Bíleggið CD-ORÐ
her:


Til privat
(eisini royndarskipan)

Til skúlar:

Bíleggið skeið her:
 

#B2 "Hví CD-ORÐ"

Hví CD-ORÐ?

Lættari hjá øllum at lurta:

Við innbygda upplestramøguleikanum, ið samstundis lit-merkir (high-lightar) orðini, so hvørt tey verða lisin, kennir lurtarin beinanvegin orðini og kann hoyra, um rætt er skrivað.

Persónar við lesi- og skrivitrupulleikum fáa eitt amboð, ið ger, at tey bæði fáa tilognað sær kunning og vitan, og kunnu lesa og skriva, á sama støði sum tey, ið ikki hava hendan trupulleikan.

Eisini tilflytarar hava stóra gleði av CD-ORÐ, tí tey kunnu hoyra røttu úttaluna av tí skrivaða føroyska orðinum - hetta fremur inklusión og integratión í nýggja heimland teirra!

OCR ( Optical Character Recognition ), ella 
OBA ( Optisk Bókstava Afturkenning ):

Umframt upplestur kann CD-ORÐ við innbygda forritinum Skan-Read vera til nyttu hjá øllum brúkarum at innlesa skjøl(serliga PDF) og myndir við teksti, ið tó fyrst nýtist at verða umskapaður til lesiligan og rættuligan tekstbúnað. Tá kann teksturin nýtast til Word og onnur tekstforrit, og kann tá verða upplisin. Skan-read forritið kann innlesa og umskapa tekst beinleiðis úr skjølum og myndum, ið longu finnast á telduni, og kann eisini innlesa (skanna) frá borðskannarum og skannarapennum.

Hví gera eina avtalu?

Skúlaavtala:

Skúlar, ið tekna eina avtalu um CD-ORÐ, geva øllum á skúlanum, bæði næmingum og lærarum, møguleika at brúka forritið. Ikki bert á skúlateldunum, men eisini á teirra egnu teldum!

Virkisavtala:

Sama fyrimun hava virkir til øll teirra skrásettu starvsfólk.

Ringið til 515091 um prísir fyri leiguavtalur.

Inklusión:

CD-ORÐ ger tað sera lætt at brúka visiónina um inklusión til flestallar næmingar. Men fyri at fáa fulla nýtslu verður tó viðmælt, at næmingarnir brúka sonevnd headset, best við einum oyraklaffa.

Fremmandamál:

Fleiri útlendskar røddir eru innbygdar í CD-ORÐ, sum geva øllum næmingum møguleikan, beinanvegin at hoyra, hvussu orðini eiga at verða úttalað. Tey læra nógv skjótari røttu úttaluna.

Rættlestur:

Við at hoyra tekstin verða upplisnan, verður nógv lættari at rættlesa tekstin, bæði hjá næmingum og lærarum - tað hoyrist beinanvegin, um lisið verður: "Hetta er ein valla" ístaðin fyri "Hetta er ein villa"

 

#Anchor-5ok0 "Hagtøl"

Tilsamans 8567 næmingar kunnu nú brúka CD-ORÐ

#Anchor-2288 "Downloads"

Download til Skúlar:

Her kunnu allir næmingar og lærarar á skúlum, ið hava leiguavtalu um CD-ORÐ, frítt heinta forritini.

Næmingar og lærarar kunnu fáa loyniorðið, ið krevst fyri at innrita til júst teirra skúla, frá telduvørðinum á skúlanum.

Finnið skúla tykkara á yvirlitinum niðanfyri og rita inn við loyniorðinum, ið skúlin hevur fingið.

 

Download til Virkir

Her kunnu øll skrásett starvsfólk á virkjum, ið hava leiguavtalu um CD-ORÐ, frítt heinta forritini.

Finnið virki tykkara á yvirlitinum niðanfyri og rita inn við loyniorði.

Virkir

 

 

 

 

#Anchor-21ok "Frálæra"


nú klári eg meg sjálvan! smiley

CD-ORÐ Frálæra:

Brúkaravegleiðingar og Video.

Nýtt í CD-ORD 9

IntoWords til Mac:

Fá hjálp til at brúka IntoWords.

 

Skriftslag til orðblind:

Skriftslag serliga egnað orðblindum.

#Anchor-2coj "Hjálp"

Spurningar og Svar (FAQ):

Vit viðgera allar trupulleikar og  veita hjálp til forritið.
Klikkið á leinkið omanfyri fyri at fáa svar uppá mest spurdu spurningar!

HOTLINE:

Teknisk telefon- og onlinehjálp til CD-ORÐ verður veitt skrásettum telduvørðum á skúlunum ÓKEYPIS.
Ringið HH-Support
Telefon: 515091
ella:
MV-Nordic Support
Telefon:  +45-63 12 60 15 
support@mv-nordic.dk 

Skannarapennur:

Lesið meira um skannara-pennin og bíleggið pennar.

Viðmæli og ummæli um CD-ORÐ:

Skrivið tykkara viðmæli um forritið.
Seinast dagførd fyri 6 degi/døgum síðani.