Lurta
#Anchor-2l4l "Ovast"

Umsókn um royndarlisens til CD-ORÐ

#Anchor-7236 "Royndarskipan"

Einkultbrúkaraskipan av CD-ORÐ

(ikki til skúlar!)

sum royndarskipan kann heintast beinleiðis her. 

08-08-2017

Nýggir royndarlisensir komnir, ið vara til 1. desember 2017.

Fylgið ávísingina her niðanfyri:

  1. Heinta fíluna (uml. 1.3 GB EXE-fíla)

  2. Tá fílan er heintað, dupultklikkja á fíluna, og forritið verður installerað.

  3. Send eina áheitan um 2 mánaða royndarkotu sum teldupost - skriva navn, tlfnr.

  4. Tá tú hevur kotuna, koyr forritið, ið nú er á skrivaraborðinum.

  5. Forritið biðir um kotuna, tá tú startar CD-ORÐ fyrstu ferð

  6. Brúkaravegleiðing

#Anchor-7237 "Eykaforrit til download"

Eykaforrit til niðurheintan (Download)

Um trupult er at heinta alla fíluna, kann tað vera neyðugt at heinta eitt forrit, ið uppafturtekur heintingina, sjálvt um "timeout" hevur verið,

Tað kann heintast her:

Høgraklikk á Leinkið til forritið omanfyri á hesi síðu og vel “Kopier linkadresse”

Tá ORBIT Downloader er installerað og startað, far til Files/Enter new URL to download, innset link við Ctrl+V, so verður fílan heintað øll, sum hon er. Eisini sjálvt um heintingin steðgar, so heldur heintingin áfram, har hon steðgaði.

Vanliga varar heintingin frá vanligum kagara uml. 2 tímar.

Við Orbit Downloader varar heintingin einans uml. 1/3 av tíðini!

#Anchor-7238 "Skriva umsókn"

Skriva her umsókn tína um eina royndarkotu, hvørt mánaðarskifti fáa vit nýggjar royndarkotur frá MV-Nordic, ið vara 2 mánaðir.

Royndarkotur kunnu bert brúkast eina ferð. Um tú ynskir at brúka CD-ORÐ aftaná lokna royndartíð, skalt tú keypa CD-ORÐ.

Um tú longu nú ynskir at keypa CD-ORÐ, kanst tú skriva hetta í Boð-kassanum.

 

Um tú ynskir at keypa skipanina aftaná royndartíðina, vinaliga send tá ein teldupost um hetta.
Prísur:

CD-ORÐ.........................kr. 3.495,-
Føroyskar røddir...............kr. 2.500,-
Prísur íalt uttan MVG..........kr. 5.995,-

 

(Føroysku røddirnar kosta vanliga kr. 4.500,- uttan MVG, men samanbundnar við  CD-ORÐ eru tær príssettar til kr. 2.500,-.)

Seinast dagførd tann 02/Oct/2017, 9:05:04.