Lurta
#Anchor-pqh1 "Ovast"

Support

#Foror "Fororð"

Á hesi síðu finnur tú loysnir til trupulleikar við installatión og annað.


á myndini til vinstru skrivaði Albert Einstein hesi hittinorð:
"Vit kunnu ikki loysa trupulleikar við at brúka sama hugsunarhátt sum tá vit skaptu teir".

Albert Einstein, helst klókasta menniskja nakrantíð,  var orðblindur!

Spurningar:

#Anchor-o267 "Spurningar og Svar"

"Alternativ uppskot" ikki virkin !

Rættingar til CD-ORÐ ver. 8:

Nakrir feilir eru av ídnum brúkarum funnir í føroysku útgávuni av CD-ORÐ, sum hava havt hesar avleiðingar:

1. Summar teldur hava ikki sæð tær røttu vangamyndirnar(profilar), sjálvt um rætt er installerað.
2. Alternativ orðauppskot riggar bert í føroyska profilinum.
3. Ikki ber til at brúka "Ordbogsværktøjet" í donsku profilini.
4. Í Skanread er tað ikki møguligt at fáa føroysku røddirnar at rigga, tá biðið verður um beinleiðis upplestur.


Vit hava nú samansett eitt lítið forrit, har feilur 1, 2 og 3 verða rættaðir.

Til ber at heinta hetta lítla forritið (patch) her og goym tað á "Skrivebord".
CD-ORÐ forritið skal ikki vera opið.
Koyr patch forritið.
Starta hareftir CD-ORÐ og kanna eftir, at feilirnir eru rættaðir.

Forritið kann brúkast til allar fo-útgávur, fólkaskúlar, hægri skúlar og einkultbrúkarar.

Feilur 4 verður rættaður í næstu útgávu av CD-ORÐ, ver. 9.

Svar 1: 

1. Ein fortreyt er, at Adobe Reader XI er installerað á telduni. Um tað tá enn ikki riggar, so skal eitt plugin installerast av nýggjum. Tað finst á telduni, og rásin til forritið er:

C:\Program Files (x86)\Mikrov\CD-ORD\adobeplugininstall.exe

Sí eisini líknandi í punkt 6

Svar 2:

2. CD-ORÐ er bygt til í høvuðsheitum at verða brúkt saman við forritum frá Microsoft, t.v.s. MS-Office, Wordpad, Notesblok, Mail og Live Mail, Outlook Express og Internet Explorer.
Tó ber til at fáa upplisið tekstin í Firefox og Chrome, OpenOffice, WPS-Office og Libre-Office og øðrum forritum við at markera tekstin og sláa CTRL+C.

Supportin hjá MV-Nordic sigur, at arbeitt verður við at gera "fulla integratión" til onnur forrit enn tey frá Microsoft, og verður hetta arbeiðið væntandi (vónandi) klárt til næstu versión av CD-ORÐ. Kunngjørt verður, tá hetta er klárt.
Skúlaavtalurnar geva eisini rætt til dagføringar uttan eyka kostnað!

Svar 3:

  1. Um tú ikki sært ta føroysku vangamyndina (profil), tá tú hevur installerað forritið, kann tað hava fleiri orsøkir.

  2. Tað kann hava samband við nýggjastu teldurnar við Windows 8.1 stýriskipanina, í tí sambandi skal onkur rætting gerast:

  3. Teldan kann vera sett til (í Kontrolpanelið) at vera heimahoyrandi í Danmark. Ger soleiðis: Sløkk CD-ORÐ, far til Internationale /Sproglige Indstillinger, skift Område til England(Storbritannien), klikk á Anvend, skift hareftir einaferð aftrat Område til Færøerne, klikk Anvend og OK. Tendra nú CD-ORÐ, nú eigur føroyska vangamyndin at síggjast.

  4. Um hetta ikki riggar heldur, skalt tú gera eina føroyska vangamynd (profil), her niðanfyri er ein videostubbi, sum vísir tær, hvussu hetta skal gerast:

Svar 4:

Dømi um feilboð:



Dømi um feilboð:

Um annað av hesum feilboðum sæst, tá tú roynir at opna CD-ORÐ, so er orsøkin helst, at ein Microsoft-fíla ikki er til, sum eitur Microsoft .NET Framework.

Windows 7
- Heinta Microsoft .NET Framework 4 til Windows 7

Windows XP
- Heinta Microsoft .NET Framework 3.5 til Windows XP

Svar 5:

Aftaná eina dagføring av stýriskipanini Windows frá ver. 8.0 til ver. 8.1 kunnu trupulleikar fyrikoma sum ger, at teldan "frystir" tá CD-ORÐ verður opnað. Rætta hendan trupulleikan soleiðis:

  1. Endurstarta telduna.

  2. Far til kontrolpanelið, "Programmer/Funktioner, høgraklikk á forritið Ordbogsværktøjet og klikk á Fjern.

  3. Tá avinstallatiónin koyrir, kemur ein gluggi fram við Postgre SQL. Klikk á "Ja".

  4. Installera Ordbogsværktøjet av nýggjum.

Svar 6:

Fyri at PDF-skjøl kunnu lesast upp, skulu tey innihalda lesbaran tekst. Ofta eru pdf-skjøl bert kopieraði, t.v.s. at tey bert eru myndafílur, og tann teksturin kann ikki lesast upp.

Har kanst tú brúka SkanRead, ið er partur av CD-ORÐ-skipanini. Teksturin kann verða gjørdur um til Word-skjal, til lesbart PDF-skjal, ella tú kanst velja bert at fáa tekstin lisnan upp. 

Sí eisini líknandi í punkt 1

CD-ORÐ riggar tíverri ikki við nýggja kagaran, Microsoft Edge, sum er partur av Windows 10. Tí er neyðugt at downloada og installera Internet Explorer 11. 

Vanliga finnur tú Internet Explorer undir Alle Apps undir Windows Tilbehør.

Annars kann Internet Explorer 11 heintast her:

32bit: http://support.mikrov.dk/Tools/Internet_Explorer_11_32bit
64bit: http://support.mikrov.dk/Tools/Internet_Explorer_11_64bit

 

Sí meira hjálp undir grein 9 longri niðri.

Feilurin niðanfyri framkemur, tá uppstigað verður til Windows 10 frá Windows 7 / Windows 8.

"Denne APP virker ikke korrekt."

     PostgreSQL 9.0

Feilurin kann rættast við at endurinstallera Ordbogsværktøjet, ið kann heintast frá hetta leinki

http://support.mikrov.dk/SPS/sps_ordbogsvaerktoejet.exe

CD-ORÐ 8.3 hevur ein lítlan trupulleika við Windows 10 og nýggja Microsoft browsaran Edge, hann klárar ikki at upplesa tekstin, hetta verður helst rættað í nýggju útgávuni 9.0. Føroyska útgávan av 9.0 er í gerð og verður klár til 1. desember.

 

So hvussu loysa vit hendan trupulleikan nú?

 

Installera Microsoft Explorer ver. 11 inn á Win 10 teldur, heinta forritið her:

 

32 bit: http://support.mikrov.dk/Tools/Internet_Explorer_11_32bit.exe og
64 bit: http://support.mikrov.dk/Tools/Internet_Explorer_11_64bit.exe

 

Kanna fyrst, um teldan koyrir 32 ella 64 bit inni á Kontrolpanel > System, installera so viðkomandi forrit.

 

Tá IE 11 er installerað, far inn á Funktioner (Alt+X) í ovasta høgra horni, vel Internetindstillinger > Avanceret, rulla niður í botn, har finnur tú undir Tilgængelighed “Aktiver Tastebrowsing” og setur flugubein útfyri. Goym og endurstarta browsaran.

 

Tá CD-ORÐ er startað, tendra IE 11 browsaran finn og markera onkran tekst, so er spæliknappurin virkin og kann lesa tekstin hart við Highlighting.

Ger "ð" virkið í Orðaforsøgnini:

Tá føroyska vangamyndin verður nýtt, far inn undir stillingar (Skiftilykilin í bjálkanum),

Vel Orðaforsøgn, klikk á varðablaðið Alternativ uppskot, og set hareftir flugubein út fyri Stovnsvilla/bókst...

Goym hetta við at klikkja á "OK".

soleiðis:

Tá tú nú skrivar t.d. "veg" koma ymisk uppskot fram, ljósabláu feltini vísa á uppskot til upprunatekst (kontekst), meðan appelsingulu feltini vísa á aðrar møguleikar (alternativ).

Hetta er sera hent, tí tá fær brúkarin betri stavingarhjálp til fleiri stovnsorðabólkar. Sera hent til okkara trupla "ð"smiley

 

"Denne app kan ikke køre på din computer"

Um tú sært hesi boðini, tá tú startar CD-ORÐ installatiónina, so er fílan, sum tú hevur heintað gjøgnum kagaran (browsaran) ikki nóg stór, t.v.s., at tú ikki hevur fingið alla fíluna.

T.d. kann fílan bert vera 600 MB ístaðin fyri 1.21 GB.

Orsøkin til hetta kann vera t.d. "klumpar" á netinum, sum vara so leingi, at sambandið við fíluni verður slitið (hetta nevnist "Timeout"). Kagararnir IE, Edge, Chrome og Firefox kunnu allir fáa hendan feilin.

Tá er best at brúka forritið "Orbit Downloader", sum er á tykkara CD-ORÐ downloadsíðu. 

Heitið er "Eykaforrit til niðurheintan (Download)".

Forritið er gjørt til at kunna halda áfram við at downloada, har tað steðgaði, og steðgar ikki, fyrrenn øll fílan er heintað.

Samstundis heintar tað eisini uml. 3 ferðir so skjótt í mun til vanligt.

 

Vantandi vangamynd.

Á summum teldum, kanska serliga win10, kann tað fyrikoma, at t.d. føroyska vangamyndin ikki sæst, sjálvt um forritið er rætt installerað.

Lættasti máti at fáa hetta at rigga, er at fara inn á Stillingar (skiftilykil) og høgraklikkja á økið (ikki á knappunum), ið er innrammað við reyðari striku. Tá sæst ein krógvaður knappur við heitinum "Allar málvangamyndir".

Klikka á knappin "Allar málvangamyndir, so síggjast allar innbygdu málvangamyndir. Hygg eftir tí økinum, ið her er litmerkt við gulum. Hetta eru tær, ið hoyra til føroysku útgávuna. Set flugubein í vangamyndina, ið ikki riggar, klikk á OK og enda við eisini at klikkja á OK í Stillingar, so riggar alt, sum tað skal.

Rætta MV-Loginmyndin sæst ikki

Á summum Windows 10 teldum er ein trupulleiki við at logga á røttu Loginmyndini, ístaðin verður biðið um "gamla" lykilin.

1. Verð vísur í at avinstallera við avinstalleringsfíluni, sum víst verður til á síðu tykkara, hetta reinsar alla ta gomlu skipanina.

2. Klikkið á Start og veljið "Kør" ella haldið á Win-knappin og sláið "R". Skrivið %appdata% og sláið "Enter" sum víst á myndini:

Finnið "Mikrov" mappuna í tá vísta yvirlitinum og strika mappuna.

3. Endurstarta telduna

4. Installera nú nýggju skipanina, roynið fyrst bert við høvuðsforritið, ið er eitt føroyskt og eitt enskt flagg.

5. Starta CD-ORÐ, og nú skuldi rætta myndin komið fram við yvirskriftini "MV-ID Login", veljið antin MV-ID ella UNI-login, alt eftir hvørji skipan, ið skúlin nýtir.

6. Minnist til at seta flugubein í "Husk mig" ella "Minst til mín" áðrenn tit logga á.

Mest einfaldi máti at installera forritið CD-ORÐ

1. Heinta øll modulini og goym tey í einum geyma (8 GB er nóg mikið)

2. Set geyman í telduna, ið skal hava forritið.

3. Byrja við at installera cd-ord.exe fíluna (Føroyskt og enskt mál).
Installera altíð við at høgraklikkja á fíluna og vel "Kør som Administrator"

4. Installera hareftir ynsktu málpakkarnar, sum tørvur er á hjá brúkaranum.

5. Fyrstu ferð CD-ORÐ verður startað, vel "Kør som Administrator",

6. so verður biðið um login-upplýsingar, set flugubein í "Husk mig" ella "Minst til mín", vel antin MV-ID ella UNI login og skriva Brúkaranavn og Loyniorð hjá brúkaranum, og forritið startar hereftir uttan at spyrja um Login upplýsingar.

 

Stig fyri stig hvussu tú downloadar við forritinum Orbit:

Tú skal heinta og installera Orbir forritið, klikkja á ikon'ið á skrivaraborðinum, so verður tað tøkt niðast í høgra horni.

Tú brúkar tað soleiðis:

1. Høgraklikk á forritinum, sum skal heintast, og hareftir vinstraklikk á "Kopier linkadresse":

2. Far til valmyndina niðast í høgra horni á     telduni:

3. Vinstraklikk á "Show/Hide Main Window" ovast á valmyndini:

4. Forritið startar og tú skal vinstraklikkja á "New" , nýggjur rútur opnar, adressan frá stig 1 er longu ísett, og tú skalt bara vinstraklikkja á "Download", so verður alt forritið heintað. Tað goymist sum standard í mappuni C:\Downloads, men tú kanst sjálv/ur velja, um tað skal goymast aðrastaðni, t.d. í einum geyma.

 

 

Summar Windows 10 teldur kunnu ikki brúka CD-ORÐ:

Tað eru teldur við Windows Edition N versión 1607, sum ikki hava Media Feature Pack installerað.

Kanna í Kontrolpanel/System, hvat versión teldan hevur, sum ikki kann installera CD-ORÐ.

Media Feature Pack kann heintast beinleiðis frá hesi leinki:

KB3133719-x64 og KB3133719-x86

Seinast dagførd fyri 7 degi/døgum síðani.