Lurta
#Forrit "Ovast"

Forrit og Tænastur

Vit fáast mest við forrit til blind, sjónveik og lesi/skriviveik, men veita eisini aðrar tænastur, sí listan niðanfyri:

Image

Aðrar tænastur frá okkum... 

vit hava meiri enn 20 ára royndir við teldu hjálpartólum fyri blind, sjónveik og lesi- og skriviveikum. 
 

 

Vit hava eina væl útvalda og gjøgnumroynda vøruskrá við forritum til ovurnevndu bólkum
 

 

Gjøgnum Online forritinum TeamViewer kunnu vit eisini veita skjóta hjálp

#Anchor-ca42 "SuperNova"

Avloysarin fyri ZoomText

Seinasta útgáva (11.0) av ZoomText, sum er framleidd av nýggja eigaran Freedom Scientific hevur víst seg at hava nakrar broytingar, sum ger tað sera trupult at brúka, serliga hjá brúkarum, ið hava vant seg við at brúka ZoomText, kanska í fleiri ár.
Knappaborðs snarvegir eru nakrir heilt aðrir, og brúkaraflatan er eisini broytt.
Seinast, og ikki minst, so er prísurin fyri forritið broyttur til tað dupulta!

Líkist ZoomText

Veitarin av ZoomText kom til ta niðurstøðu, at okkurt annað forrit skuldi finnast, ið kundi tað sama og til lægri prís.
Á eini messu hittu teir framleiðaravirkið Dolphin, sum m.a. hevur framleitt forritið SuperNova, ið hevur somu funkur og sær út sum ZoomText.
Hetta valdu teir, og væntandi verður hetta klárt at brúka í juni 2017 (Brúkaraflatan og vegleiðing skal týðast til danska málið, tað skuldi ZoomText jú eisini.

 

Framleiðarin er

Sí her video við brúkara av SuperNova:

 

#Anchor-44p1 "Dictus-FineReader"

Dictus

DK-tala til tekst

Við hesum forriti ber til at at lesa (diktera) tekstin beinleiðis inn á teldu. Sera hent hjá øllum, ið illa duga at skriva, ella bera brek, ella hava arbeiðsligan tørv.

Hevur brúkarin nýggjari útgávu av Windows (Vista/7/8/10), ber eisini til at stýra telduni við taluboðum.

Fine Reader

Hetta forritið ger tað møguligt at skanna eina mynd av teksti inn á telduna, har teksturin verður týddur og umsettur frá at vera mynd (grafikkur) til tekstur, ið kann lesast upp og verða rættaður / tillagaður í einum tekstforriti, td. Word.

Forritið leggur seg inn sum partur av tekstforritum, tvs. at brúkarin tendrar tekstforritið, leggur tekstin til innlesing í skannaran, klikkir á knappin til OCR, og skannarin lesir tekstin beinleiðis inn í td. Word.

#Anchor-86a3 "Teldutala-ZoomText"

Jaws

Skermlesarin Jaws

Jaws er ein skermlesari til Windows, ið ger tað møguligt serliga hjá blindum og sjónveikum at brúka eina teldu við Windows, og at brúka vanlig telduforrit sum td. tekstviðgerð, email og internetið. 

Haraftrat kunnu flestøll telduforrit uttan størri hóvasták brúkast saman við Jaws.

 

Brúkarin hoyrir tað, ið skrivað verður á knappaborðinum, tað sum stendur í gluggum á skerminum, valmyndir, dialog-gluggar, knappar og allar aðrar grafiskar eindir á skerminum. Brúkarin kann rætta í tekstum og fáa tekstin upplisnan stav fyri stav, orð fyri orð, sum setningar og aðrar mátar.

Fleiri vælljóðandi teldutalur fylgja við Jaws 14, td. 2 ymiskar danskar talur, Nanna og Ida, umframt nógvar aðrar á fleiri málum.

Føroysku teldutalurnar Hanna og Hanus umframt danska Mette kunnu sjálvandi eisini nýtast saman við Jaws, men skulu tó keypast eyka.

Teldutala

Teldutalur ella talusyntesur hava longu verið tøkar í nógv ár á enskum og øðrum tungumálum, men í 1999 varð grunnur stovnaður við endamálinum at gera eina føroyska teldutalu.

Karin Kass, leiðari á tá nevnda Blindastovni, stovnaði saman við øðrum góðum fólkum Grunnin Føroysk Teldutala, sum við góðari hjálp frá málfrøðingunum Sjúrði Gullbein og Péturi Helgasyni fóru undir hetta megnarverk. Fyrsta føroyska teldutalan var liðug á vári í 2005 og framløgd í Norðurlandahúsinum í apríl sama ár.

Hon var vælegnað til blind og sjónveik, men við gomlu tøknini var hon eitt sindur robottkend.
Seinnu árini hevur verið arbeitt við at gera nýggja teldutalu, har Sjúrður Gullbein eisini hevur verið partur av toyminum, og síðan summarið 2013 hava tvær nýggjar røddir, Hanna og Hanus, verið at hoyra, nú eisini á fleiri heimasíðum, og hesar røddir eru sera líkar natúrligari talu.

Føroysku røddirnar rigga tíverri ikki saman við Apple-forritunum (Mac og iPad).

Orsøkin er tann einfalda, at Apple ikki metir Føroyar sum eitt øki, teir loyva at gera mál-appir sum Voice-Over til. Vit hava konver-terað røddirnar til Apple-format, men hava ikki loyvi at brúka tær!

So, um tær nýtist at brúka føroyskar røddir, so skalt tú brúka eina Windows-teldu!

Prísir føroysk teldutala:
Føroysku røddirnar Hanna og Hanus: 4.500,-

Uppstigan frá gomlu Sjúrður-røddina til nýggju røddirnar: 2.250,-

Prísir eru uttan MVG!

ZoomText

Skermlesarin ZoomText

Sum navnið sigur, kann hetta forritið vaksa skermmyndina heilt upp í 36-60 ferðir og er tí sera vælegnað sjónveikum. Harumframt kann tað stillast til at lesa alt, ið er á telduni, valmyndir internet og allan tekst yvirhøvur. Sera lætt at brúka, kann stýrast við músini og knappaborðinum. Kann brúka so gott sum allar teldutalur á øllum málum.

Seinast dagførd í dag.