Lurta
#Anchor-46ag "Ovast"

Heimasíðusmíð/sniðgeving

#Anchor-449m "Sniðgeving"

Latið okkum sniðgeva tykkara heimasíðu við sera lætt umsitiligu skipanini

Við Typesetter kunnu nógvar hentar funkur (plugins) innleggjast, sum gera síðuna meiri interaktiva.

Rættið innihald, tekstir, myndir, video á sera einfaldan hátt - tit verða ovfarin av, hvussu einkul hendan skipanin er at umsita.

(Rættið hetta innihaldið við at klikkja á "Rætta", so einfalt er tað!)

Vælkomin til

síðuna um tær sera, sera løtt umsitiligu heimasíðurnar frá HH-Support. 
Her er kunning um, hvørjar møguleikar tit fáa við vælvirkandi og lætt umsitiligu heimasíðuskipanini Type-setter (fyrr GP-Easy).

Vit leggja stóran dent uppá, at heimasíðan skal kunna brúkast á snildfonum og tablet-teldum umframt á vanligum teldum.

Flestu fólkini brúka teirra snildfonir til at hyggja "á netinum", tí er gott, um heimasíðan er "responsive".

#Anchor-70h2 "TypeSetter"
#Anchor-4kqk "Prísir"

Prísir

Tá tit hava tikið støðu til at bíleggja eina heimasíðu frá HH-Support, vilja vit her greiða nærri frá um prísirnar.

  • Standardprísurin byrjar við kr. 8.000,- umframt MVG.
  • Standardprísur umfatar sniðgeving og uppseting av forsíðu við 4 undirsíðum. (tit kunnu sjálvi gera fleiri síður)
  • Tit eiga hereftir heimasíðuna og kunnu broyta snið sjálvi - ongin eyka kostnaður sum t.d. ársgjald.
  • Arbeiðið fyri umsókn og veitan av Hosting (servari, har heimasíðan skal vera á netinum) verður tikið fyri umframt. 
  • Arbeiðið fyri umsókn og veitan av Navnaøki (navn á heimasíðuni) verður tikið fyri umframt.
  • Eyka arbeiði (eykaforrit, grafikkur, fleiri síður, online-formularar, frálæra o.a.) verður avroknað eftir tímaløn kr. 500,- umframt MVG.

Bíleggið vinarliga við at senda boð gjøgnum "Bíleggingarseðil" niðanfyri.

Tit eru eisini vælkomin at ringja til okkara á 51 50 91 og fáa eitt kunnandi prát 


Hosting (hýsing)

er á sera álítandi og skjótum donskum servarum

fyri einans 200-300 kr. árliga

#B "Bílegging"

Bíleggingarseðil

Bíleggið eina heimasíðu, ella eitt kunnandi prát, ella ein fund við okkum um ynskir tykkara.

Hetta er ókeypis og óbindandi.

Vinarliga minnist til at skriva navn, teldupostadressu og fartlf/fastnettlf.
#Anchor-2m2o "Video demo"

Video demonstratión

Her fara vit at skriva tekst, seta myndir inn og innseta eina YouTube video.

Eisini verður ein frágreiðing av amboðskassanum gjørd í næstum.

Soleiðis dagførir tú tekstir og myndir:
 

 

Soleiðis innsetir tú eina YouTube-video:

Sí eisini filmin frá frágreiðingini til vinstru

Seinast dagførd fyri 9 degi/døgum síðani.