Lurta

TelduTala - TaluTýðari

Mál, ið hava skund | 25-9-2017

Eg havi fyrr skrivað um forrit til at týða talu til tekst, á enskum Speech To Text, og sum eg havi umsett til heitið Talutýðari.
Forritið umskapar talu til tekst, tvs. at dikterast kann beinleiðis til eina tekstviðgerð, teldupost ella annað.

Mær vitandi situr ein arbeiðsbólkur nú og arbeiðir fyri at hetta kann gerast ein møguleiki. Mín vón er bert, at hetta eisini kann verða stuðlað av landsins stýri, so vit ikki aftur gerast ein eftirbátur, tá verkætlanin "Talgildu Føroyar" nú gerst ein veruleiki.
Eitt slíkt forrit vil gera innskriving á teldu nógv lættari, serliga hjá teimum við lesi/skrivitrupuleikum. 
Men onnur enn tey vilja eisini fáa ein fyrimun, við tað at skriving verður skjótari. Danska fólkatingið hevur í fleiri ár brúkt talutýðing til øll tey skjøl, ið skulu journaliserast. Tað arbeiðið, ið tey fyrr brúktu eina viku um at skriva, verður nú gjørt eftur bert tveimum døgum!
Hjá øllum teimum, ið skulu gera notat, skriva frágreiðingar o.a. gerst arbeiðið nógv lættari og skjótari, samstundis at tað jú eisini ber til at brúka teldutalu til at lurta (ikki lesa) rættlestur.

Eitt annað forrit, ið vildi fullgjørt tað talgilda føroyska málið, er máltýðaraforritið Google Translate. Við hesum forriti verður møguleiki at skjóttýða millum eina rúgvu av ymiskum málum.  Tá eg nevni skjóttýðing, so meini eg, at hetta jú ikki er ein heilt røtt týðing, men ein hjálp til skjótt at skilja týdningin av annars fyri flestøllum óskiljandi málum.
Hvør ið vil átaka sær at laga føroyska málið til Google Translate veit eg í skrivandi stund ikki, men hetta verður umrøtt av nógvum.
Í nýggju útgávuni av forritinum ReadSpeaker, sum broytist til WebReader, verður Google Translate ein partur av skipanini. Hetta hevur tann fyrimun, at um farið verður inn á eina føroyska heimasíðu, sum hevur WebReader, so kann viðkomandi fáa innihaldið lisið á hansara máli, líka mikið, um hann er spanióli ella pólendingur.
Tí hevur hetta skund!

Høgni Højgaard

Far niðast á síðuni fyri at gera viðmerkingar!


Skriva viðmerking