Lurta

Blind Lurta - Deyv Lesa

Nakrir tankar | 21-9-2017

Endamálið við lesing og skriving er fleirtáttað. Tað veri sær at kunna ogna sær vitan, hoyra tíðindi, at kunna samskifta við onnur, at skriva til ein blogg sum her, taka eina útbúgving, og mangt annað.
Ein stórur bólkur í samfelag okkara, ikki bara her á landi, men í øllum heiminum, hevur ymiskar trupulleikar, sum ger tað torført, ella kanska ómøguligt, at kunna lesa ella skriva.
Í norðanlondum, sum er ein sera framkomin partur av vesturheiminum, hava kanningar staðfest, at uml. 15-22% av fólkatalinum hava trupulleikar vegna blindni, orðblindni, ella eru sjónveik, deyv ella tunghoyrd.
Hesin stóri bólkurin hevur inntil okkara dagar ikki havt serligt ansni frá tí partinum, sum ikki hevur hesar trupulleikar. Kanska eru tað serliga tey orðblindu, sum ikki hava havt eina viðurkenning. Heiti sum drumbar, sibbar og líknandi hava hesi tíverri ofta fingið omanyvir seg!
Tað er sera gleðiligt, at hesin hugburður er broyttur tey seinastu 10-15 árini. Orðblindnaskúlar eru stovnaðir, eisini her á landi. Eg hugsi her serliga um Felagið fyri Lesi og Skriviveik, sum hava gjørt eitt megnararbeiði, og øll tey fyrstu árini uttan peningastuðul. Landið hevur eisini útbúgvið orðblindalærarar, og skúlarnir gera í dag eitt stórt arbeiði fyri at hjálpa næmingum við lesi/skrivitrupulleikum.
Tað hevur frøtt undirritaða, at so væl er tikið undir við at brúka forritið CD-ORÐ, sum lættir teim orðblindu við endamálinum lýst í byrjan av hesum innleggi.

Men hvussu við teimum deyvu og tunghoyrdu? Hoyrdi í útvarpinum ta.. 01-07-2017, at nú var føroyska teknmálið endaliga góðkent. Tulkarar eru langt síðani settir á einum serstovni undir Almannaverkinum, sjónvarpssendingar verða tekstaðir, og ymisk onnur átøk.
Til tann fyrra bólkin hevur Grunnurin fyri Føroyska Teldutalu lagt lunnar fyri, at ymisk forrit kunnu lesa ein skrivaðan tekst upp á føroyskum. Men enn vantar tann parturin, sum kundi hjálpt teym deyvu - eitt forrit, sum umsetir talu til skrivaðan tekst. Tað hevði borið til at kalla hetta forritið TaluTýðing, ella kanska okkurt líknandi.
Við hesum forriti hevði verið møguligt at tosa inn í telefonina hjá tí deyva, og hann vildi tá kunnað lisið tekstin, ið kom fram á skíggjanum. Tann deyvi kundi eisini havt møguleikan at hoyra/lesa tíðindi (um útvarpsfólkið ikki las ov títt).
Mær kunnugt arbeiðir ein bólkur(aftur eldsálir) við at kanna, hvussu eitt sovorðið talutýðingarforrit í fyrsta lagi kann fíggjast, hareftir at kanna, um vit hava fólk herheima, ið kunnu gera tað málsliga arbeiðið.

Høgni Højgaard

Far niðast á síðuni fyri at gera viðmerkingar!


Skriva viðmerking