Lurta

Forrit, ið hjálpa øllum

CD-ORÐ | 24-1-2017 | Viðmerkingar: 2

Sum tit helst hava lisið á heimasíðu okkara HH-Support.com, so havi eg arbeitt sum ráðgevi fyri Sjóndepilinum síðan 1995, og tað starvið hevur gjøgnum árini givið mær hug at arbeiða nærum burturav við telduforritum til samskiftisbrúk fyri fólk við serligum tørvi.
Eg havi nú í nógv ár m.o. arbeitt við tí fantastiska forritinum CD-ORÐ, sum saman við føroysku teldutalunum er ein kærkomin hjálp hjá einum stórum parti av Føroya fólki.
Fyrstu ferð, eg hoyrdi um forritið og fekk kunnleika til hesi fólkini, var í 2005. Nýggja føroyska teldutalan var júst gjørd liðug og varð víst ( hoyrd?) fram í Norðurlandahúsinum í apríl mánaða. 
Hendan teldutalan var fyrsta royndin at gera eitt vælvirkandi amboð til blind og sjónveik, og virkandi til at fremja hetta stórverk vóru nakrar eldsálir, ið veruliga brendu fyri hesa góðu sak, harímillum stjórin á Blindastovninum (nú Sjóndepilin) Karin Kass og Sjúrður Gullbein. Áhugafelagið, ið eigur rættindini til taluna, er Grunnurin Føroysk Teldutala. Teldutalan fekk eisini navn eftir "pápa" sínum, Sjúrður.
Hendan teldutalan var ikki av teim allarbestu, hon kundi vera nakað strævin at lurta eftir, serliga tá langir tekstir skuldu lesast upp - MEN - hon var á føroyskum!
Lærarin Hallgerð Hansen setti seg í samband við meg, tí hon hevði frætt um starv mítt og ikki minst nýggju teldutaluna. Hetta var fyrstu ferð, eg fekk kunnleika til fólk, ið ikki dugdu at lesa ella skriva, bæði børn og vaksin, sjálvt um tey høvdu gingið í skúla!
Hetta helt eg í fyrstuni vera løgið, men eg lærdi skjótt, hvussu stórur hesin trupulleikin er. Hetta var heldur ikki nakað, sum onnur fólk líkasum vildi góðkenna sum ein trupulleika, og frá Mentamálaráðnum var ikki nógv hjalp at heinta.
Hallgerð Hansen er eisini ein eldsál, ið saman við m.o. Anne Karin Kjeld hevði stovnað privat áhugafelag (Felagið Lesi- og Skriviveik), ið undirvísir fólkum, bæði børnum, vaksnum og tilkomnum, at lesa og skriva.
Hallgerð Hansen hevði longu tá roynt at brúka telduna sum amboð, men tíverri - tá høvdu vit onga føroyska teldutalu; so tá hon frætti um Sjúrða teldutaluni, heitti hon á Karini Kass, ið vísti hana víðari til mín at hjálpa.
Nú fekk eg eisini kunnleika til CD-ORÐ, og vit hjálptust at við at fáa Sjúrða taluna at virka saman við tí.
Fyri at gera eina langa søgu eitt sindur stytri, lærdi eg nógv meira um hetta góða forrit, og fyri fáum árum síðani gjørdi eg samstarvssáttmála við MikroVærkstedet, síðan 2014 MV-Nordic í Odense, ið framleiðir forritið.
Eg havi umsett alt forritið, so tað nú hevur føroyska brúkaraflatu, og vit fingu loyvi frá eigaranum av teldutaluni at innleggja nýggju føroysku røddirnar, Hanna og Hanus, ið tá vórðu liðugtgjørdar, so nú hava vit eitt vælvirkandi CD-ORÐ á føroyskum.
Tað gleðiliga í øllum hesum er, at almennu Føroyar nú kenna til trupulleikan, nógvir lærarar hava nú fingið serútbúgving sum orðblindalærarar, og fjølmiðlarnir gera sítt til at upplýsa um lesi- og skrivitrupulleikar.
CD-ORÐ verður nú brúkt av nógvum skúlum og læristovnum, og kunnleikin breiðir seg dagliga til nógv fleiri.
Stuttligt hevði verið at hoyrt viðmerkingar frá foreldur og avvarðandi av børnum og vaksnum við lesitrupulleikum.

Høgni Højgaard 

Far niðast á síðuni fyri at gera viðmerkingar!


Skriva viðmerking